Parkeringsviðurskiftini í býnum bara versna fyri hvønn dag sum gongur.
Nú Eysturoyartunnilin letur upp hvørja løtu, fer eftirspurningurin eftir parkeringsplássum óivað bert at hækka.
Annika og Bogi eru rúkandi ósamd um parkeringsviðurskiftini í Havn. Hon ynskir tunnilsparkering og hann parkeringskarusel. Henda parkeringskarusellin, sum eftir hansara tykki skal staðsetast á Skálatrøð, er hægri enn Rundatorn. Hetta má sjálvsagt ikki henda.
##med2##
Sum eg áður havi borið fram, so skulu vit gera ein parkeringstunnil á Skálatrøð.
Harmuligt at fólkafloksumboðini ikki draga somu línu í hesum máli. Nú er nokk tosað, nú skal okkurt henda! Í 4 ár hava tey siti[ við valdið, men á hesum økinum, sum so mongun øðrum, er slettis einki hent.
Bogi umber seg við, at ein ljósregulering er gjørd uppi í Hoydølum, og at ein gonguteigur og nýtt asfalt við Glasir er farið við allari orkuni.
NEI einasta skilagóða loysnin er at seta gongd á arbeiði at gera ein parkeringstunnil undir býnum skjótast.
X við Kára Johansen á lista C javnaðarflokkurin