4 ára gamli Teitur: Býr í Havn, barnagarð í Nólsoy

4 ára gamli Teitur, sum býr í Havn, er hvønn mikudag og hósdag í barnagarðinum í Nólsoy. Teitur hevur tó fingið lovað barnagarðspláss í Havnini í august mánaða, men til ta tíð fer hann helst hvønn mikudag og hósdag til Nólsoyar í barnagarð

Barnaansing

Tørvurin á ansingarplássum í Havn ger, at foreldur eisini umhugsa aðrar loysnir enn júst eitt barnagarðs- ella vøggustovupláss í Havnini. Summi børn eru jú hjá ommum og abbum, meðan onnur ganga í barnagarð aðrastaðni enn tey búgva. Til dømis er tað ikki heilt óvanligt, at børn úr Havn ganga í barnagarði á Velbastað sjálvt um mamman ella pápin arbeiða í Havnini.
4 ára gamli Teitur hevur búð í Havn síðani november mánaða. Áðrenn hann flutti til Havnar búði hann í Nólsoy, har hann eisini gekk í barnagarði. Í Nólsoy gekk hann í barnagarði í tvey ár, men nú familjan er flutt til Havnar, gongur Teitur framvegis hálva tíð í barnagarðinum í Nólsoy.
? Hetta var mest fyri, at hann skuldi fáa onkran at spæla við, sigur pápi Teit, Hans Michael Hansen.
? Vit fluttu til Havnar í november mánaða, myrkt og keðiligt er í veðrinum, og hetta hevur við sær, at hann kemur ikki í samband við nøkur børn í Havnini. Nú hevur hann eisini gingið í barnagarðinum í Nólsoy í tvey ár, og hann kennir børnini har, so vit settu okkum í samband við bygdaráðið, og spurdu um hetta var møguligt. Tað vísti seg, at tað var ongin trupulleiki.
Sum er nú fara Teitur og pápin til Nólsoyar hvønn mikumorgun. Pápin fer so aftur til Havnar við Rituni, meðan Teitur verður verandi í Nólsoy náttina yvir. Hetta fyri, at hann skal sleppa frá at ferðast so nógv. Og síðani fer Teitur aftur í barnagarð hósdag.
? Tað er ongin trupulleiki at fara til Nólsoyar við honum, men í longdini er hetta ikki tolandi, sigur Hans Michael.

Ein rættur

Hans Michael heldur, at tað er ikki lætt hjá kommuni í Tórshavn at útvega ansingarpláss til børnini. Hann metir, at meira skuldi verið bygt, og kommunan eigur at syrgja fyri, at foreldrini fáa ansingarpláss til børn teirra.
? Eitt ansingarpláss er ein rættur, júst sum tað er ein rættur at fáa børnini í skúla, tá tey eru sjey ára gomul, sigur Hans Michael.
Men Teitur sær út til at trívast væl í barnagarðinum í Nólsoy, og vónandi fer hann at trívast eins væl í Havnini, tá hann í august mánaða sleppur frá at fara til Nólsoyar í barnagarð.
Tørvurin á stovnsplássum og skipaðaðari frítíð fyri børn í skúlaaldri er júst trupulleikin Foreldrafelagið leggur upp til á pallborðsfundi í Klingruni í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30. Foreldrafelagið metir, at hetta er ein landstrupuelleiki, og ikki bert ein kommunalur trupulleiki, og hevur foreldrafelagið fingið umboð frá teimum ymsu politisku flokkunum til fundin, tí ætlanin er at hetta skal vera eitt av evnunum til komandi løgtingsval.