Hetta er eitt ógvuliga gott úrslit, ið er nærum 40.000 kr. hægri enn síðsta ár. Í 2010 var endaliga úrsliti av landsinnsavningini hjá Reyða Krossi Føroya 681.000 kr.
Á Reyða Krossi Føroya eru tey sera væl nøgd við úrslitið av landsinnsavningini í ár, - serstakliga, tá hugsað verður um, at vit beint innan landsinnsavningina, ið var 1. oktober, høvdu savnað inn meira enn 500.000 kr. til tey hungursraktu í Eysturafrika.
- Vit vilja fegin takka øllum, ið hava stuðlað hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi og víst okkum álit. Vit takka teimum, ið hava gingið við bússum og teimum, ið hava stuðla við at geva helmingin pening. Eisini takka vit privatfólki og fyritøkum, ið á annan hátt hava stuðlað landsinnsavningina, verður sagt av Reyða Krossi.
Reyði Krossur Føroya sendi longu stutt eftir landsinnsavningina umleið helmingin av tí innsavnaða peninginum til neyðhjálpararbeiði ð í Eysturafrika. Hin helmingurin er til reiðar og tryggjar, at Reyði Krossur Føroya kann veita bráðfeingishjálp beinanvegin, tá ein nýggj vanlukka rakar.
Síðani í summar hevur Reyði Krossur Føroya sent 1.000.000 kr. til Eysturafrika. Av hesum eru 150.000 kr. frá Føroya Landsstýrið, ið lat peningin til bráfeingishjálpina umvegis Reyða Kross Føroya.