40.000 tons av óvirkaðum fiski av landinum um árið

Árini 2002, 2003 og 2004 útfluttu Føroyar tilsamans 130.000 tons av óvirkaðum fiski

Fiskavirkini

Útflutningurin av feskum fiski er nógv øktur í árunum, 2000-2003, men er síðan minkaður eitt vet aftur í 2004.
Hetta vísa tøl, sum grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe, hevur við í greiningini um fiskavirkini.
- Serliga í 2001 og 2002 hevur útflutningurin tikið dik á seg og er nærum tvífaldaður hesi árini í mun til árið fyri.
Víst verður á, at í tíðarskeiðnum, 2000-2004, er tað serliga útflutningurin av upsa, sum er nógv vaksin, men útflutningurin av óvirkaðari hýsu, toski og øðrum fiskasløgum er eisini nógv vaksin í tíðarskeiðnum, sigur felagið.
Tað er Føroya Ráfiskakeyparafelag, sum er keldan til tølini yvir útflutningin av feskum heilum fiski.
Tølini vísa, at samlaða nøgdin, sum varð útflutt óvirkað í 2000, var 14.736 tons, men longu árið eftir tvífaldaðist nøgdin og kom uppá 24.235 tons. Aftur í 2002, 2003 og 2004, vóru útflutningstølini stór. Hesi árini vóru tølini ávikavist; 44.674, 43.994 og 40.986 tons.
- Samlaði vøksturin í tíðarskeiðnum árini 2000-2004 var soleiðis 178,1%, men árini 2003-2004 var hann negativur við 6,8%, sigur grannskoðarafelagið.