Í kvøld klokkan 19 spæla Ongland og Frakland HM-fjórðingsfinalu í Katar. Ein dystur sum tað er mikil spenningur um.
Síðani 1923 hava Ongland og Frakland spælt 32 A-landsdystir móti hvørjum øðrum.
Hagtalsliga er Ongland omaná. Ongland hevur í hesum 32 dystunum vunnið 17 sigrar. Seks dystir eru endaðir við javnleiki, og Frakland hevur vunnið níggju sigrar.
Hetta verður tó bert triðju ferð, at Ongland og Frakland møtast í einum HM-endaspæli.
Í HM-endaspælinum í Onglandi í 1966 vóru londini í bólki saman. Tá vann Ongland 2-0 við tveimum málum, ið Roger Hunt skoraði.
Londini vóru aftur í bólki saman í HM-endaspælinum í Spania í 1982. Tá vann Ongland 3-1. Bryan Robsen skoraði tvey mál, og Paul Mariner skoraði eitt mál fyri Ongland. Gerard Soler skoraði fyri Frakland.
Dysturin í kvøld verður sostatt mest avgerandi dysturin millum Ongland og Frakland í einum HM-endaspæli nakrantíð.
Ongland og Frakland vóru í bólki saman til EM-endaspølini í 1992, 2004 og í 2012. Í 1992 endaði dysturin við javnleiki 0-0. Í 2004 vann Frakland 2-1, og í 2012 endaði dysturin við javnleiki 1-1.
Ongland og Frakland hava ikki verið saman í einum HM ella EM-undankappingarbólki síðani 1963. Dysturin í kvøld er sostatt tann týdningarmesti dysturin millum liðini nakrantíð.