40 børn í Føroyum mugu undir læknahond av royking

Hvørt ár mugu eini 40 børn undir læknahond, tí at tað verður roykt rundanum tey

Royking

? Hvørt ár mugu eini 15 børn í Føroyum leggjast inn á sjúkrahús, tí at tað verður roykt rundanum tey.
? Harafturat eru tað eini 20 børn, sum mugu fáa ambulanta viðgerð hjá lækna av somu orsøk.
Á roykitiltakinum hjá Fyribyrgingarráðnum í SMS leygardagin, greiddi Hans pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, frá, hví hann helt, at bardagin fyri einum tubbaksfríum umhvørvi hevði so stóran týdning.
Hann segði, at útfrá tølunum í grannalondum okkara, eru tað hvørt ár eini 35 - 40 føroysk børn sum mugu undir læknahond, orsakað av óvirknari, ella passivari royking.
Pál Weyhe, formaður í fyribyrgingarráðnum váttar, at hetta er eitt tal, sum heilt avgjørt er realistiskt.
?Hetta eru ikki tøl, sum vit sjálvi hava roknað út.men taka vit tølini úr Danmark og umrokna tey til føroysk viðurskifti, koma vit til hasi tølini og tey eru avgjørt realistisk, metti hann.
Hann segði, at tað eru serliga sjúkur, sum hava samband við viðkvomu slímhinnurnar í lungum og andaleiðini, at royking elvir til so stórar trupulleikar, at børnini mugu til lækna.
? Tað er ikki roykingin rundanum barnið í sær sjálvum, sum ger, at børnini mugu undir læknahond. Men tá ið roykingin verður løgd afturat ymsum øðrum trupulleikum, kann tað gera at krím, astma og aðrir trupulleikar gerast so stórir, at børnini mugu hava serstaka læknaviðgerð, sigur læknin.
Og fleiri hagtøl um royking.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum sigur, at tað, sum serliga hevur loypt hvøkk á hann,er, at ein viðurkendur serfrøðingur í royking hevur sagt, at fyri hvørja sigarett ein roykir, styttist lívið 15 minuttir.
Tað eru 7300 korter í hvørjum árið og sum hagfrøðingur kundi hann sostatt roknað út, at tann, sum byrjar ungur at roykja, og roykir í nógv ár, missur sostatt eini skjótt eini 10-12 ár av lívinum.
? Royking er so heilsuskaðilig, at tað er heilsuligi fíggindi okkara nummar eitt, segði landsstýrismaðurin.
Og tað er formaðurin í fyribyrgingarráðnum samdur við honum í.
? Tí heldur Hans Pauli Strøm, at tað hevur so ómetaliga stóran týdning at styrkja rættin hjá fólki at kunna vera í einum roykfríum umhvørvi.