Eirikur Lindenskov
? Miðaltalið á teimum, sum doyggja ella verða álvarliga meidd í ferðsluni í Føroyum, skal lækka í minsta lagi 40% komandi tíggju árini.
Hetta er vakra endamálið, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur eigur at verða ávegis stavnhaldið í føroyska ferðslutrygdarpolitikkinum.
Ferðslutrygd hevur lagt drúgt álit fyri landsstýrismannum í vinnumálum, Bjarna Djurholm. Ynskið hjá ferðslutrygd er, at landsstýrismaðurin leggur hetta uppskot fram fyri Føroya Løgting til samtyktar. Álitið nevnist »Ávegis til Nullhugsjónina«.
Tað eru nøkur á síðani, at Ferðslutrygd fór at arbeiða null-hugsjónini, sum í stuttum merkir,
? at eingin skal doyggja ella fáa álvarligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini
? at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhald
Ferðslutrygd sigur í álitinum, at fyri at náa málinum við null-hugsjónini, so er neyðugt við munagóðum og miðvísum ábøtum bæði á kommunalar vegir og landsvegir, so teir alsamt verða tryggari.
Miðað eigur eisini framhaldandi at verða eftir at akførini verða útgjørd við nýggjastu trygdarfyriskipanum, og at tey lúka fremstu trygdarkrøv.
Ferðslulógin má alsamt verða endurnýggjað, samstundis sum eftirlitið við ferðsluni verður styrkt.
Dentur eigur áhaldandi at vera lagdur á upplýsing og upplæring og at menna ein ferðslutryggan hugburð.
Tað er ikki av tilvild, at Ferðslutrygd tosar um »ávegis stavnhald«. Ráðið viðgongur, at ikki slepst undan, at fólk líða í ferðsluni, men Ferðslutrygd leggur dent á, at tað hevur stóran týdning at miða ímóti einum máli ? og málið komandi tíggju skal sambært Ferðslutrygd verða, at miðaltálið á teimum, sum doyggja ella verða álvarsliga meidd í ferðsluni í Føroyum, skal lækka í minsta lagi 40% komandi 10 árini.