40 prosent av nýggjum bilum eru elbilar

Hóast tað gongur afturá við bilasøluni, so gerast elbilarnir alsamt fleiri á føroysku vegunum

Nú Akstovan hevur kunngjørt hagtølini fyri november sæst, at nú eru fleiri enn 1.000 elpersónbilar íFøroyum. Bara í november vórðu skrásettir 49 elbilar, sum er 40 prosent av øllum nýskrásettum personbilum hendan mánaðin.

 

Facebooksíðan Elbilar í Føroyum skrivar, at talið av skrásttum elpersónbilum fyri árið higartil er 27,7 prosent fyri alt árið. Har verður skrivað víðari:

 

– Tað eru nú 1029 elpersónbilar skrásettir, og tað er 3,7 prosent av samlaða persónbilaflotanum í Føroyum.

 

426 elbilar eru skrásettir higartil í ár, sama tíðarskeið í fjør vóru 260 skrásettir.

 

Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis.

 

Bensin: -70, sostatt eru 564 færri bensinbilar á vegunum enn við ársbyrjan.

 

Diesel: -44. Sostatt eru 281 færri enn við ársbyrjan.

 

Bensin HEV: +25.

 

Bensin PHEV: +13. Sostatt eru 100 fleiri enn við ársbyrjan.

 

Diesel HEV: +3. Samanlagt eru 433 fleiri HEVbilar (Diesel og Bensin) enn við ársbyrjan.

 

##med2##

 

Samlaði persónbilaflotin er vaksin við 114 bilum í ár, av teimum eru 426 elbilar, og tí kunnu vit siga at tað eru 312 færri persónbilar við útstoytum á vegunum enn við ársbyrjan.