Marita er úr Sandavági, dóttir Kristionnu, f. Jensen, ættað av Strondum, og Christian Joen-Jacobsen, úr Sandavági.
Eftir at hava tikið preliminerprógv kom hon til Havnar í 1963 og fekk starv á Telefonstøðini sum telefondama. Í 1976 fekk hon starv á skrivstovuni og arbeiðir hon í dag í bókhaldinum hjá Føroya Tele.
Marita er gift við Hákun Thorkildshøj, av Borðuni. Tey eiga fýra børn, tey eru: Kristianna, Elsa, Pól Niklái og Inga.
Marita og Hákun eiga eisini fýra ommu- og abbabørn: Dagny, Marita, Hákun og Fía.