Ein sterk bumba brast mitt í einari konsert í Minsk í gjárkvøldið Umleið 40 fólk vórðu særd, tá ein heimagjørd bumba brast mitt undir einari konsert í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk seint í gjárkvøldið.
Konsertin var í sambandi við, at 3. juuli er frælsisdagur í Hvítarusslandi.
Millum áhoyrararnar var Aleksandr Lukasjenko, forseti, men hann fekk ikki mein av spreingingini.