Sparkivallir
Seinnu árini hevur UEFA í fleiri umførum latið stuðul úr HatTrick-grunninum, sum hevur til endamáls at menna græsrøturnar innan fótbóltin.
Ein partur av hesum hevur verið ein verkætlan, har roynt hevur verið at fáa fótbóltsspælið á smáu vallunum í fokus aftur. Ein partur av fótbóltsspælinum, sum gjøgnum tíðirnar hevur ment hópin av evnaríkum spælarum, men sum við tættbygdu býarmyndunum runt alt Europa er skumpaður alt meira frá fólkinum.
10 vallir koma í ár
Eisini Fótbóltssambandið hevur sýnt áhuga fyri verkætlanini, og í fjør heyst varð ein royndarverkætlan gjørd á Hamrinum á Argjum. Hendan hevur bæði riggað væl og verið serstakliga væl umtókt. Somikið væl, at FSF hevur arbeitt víðari við ætlanini, og nú hevur UEFA altso givið grønt ljós.
Samlaða stuðulsupphæddin frá UEFA er 4,7 mió kr., og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at hetta helst kann røkka til einar 40 vallir kring landið.
- Vit hava valt at handfara málið soleiðis, at vit hava gjørt avtalu við ein útlendskan veitara av graslíki. Er talan um standard-støddina, 13X21 metrar, so syrgja vit fyri graslíkinum og álegging. Hartil veita vit so 60.000 kr. í stuðuli til gyrðingar, mál v.m., sum hoyra vøllinum til.
Fótbóltssambandið hevur longu gjørt av, hvar teir fyrstu 10 vallirnir fara. Fyrstu fimm verkætlanirnar verða væntandi útlagdar í august mánaði, og eru hesar í Havn, Leirvík, Sunda Kommunu, Sørvági og á Toftum. Í øðrum, sum vónandi verður lagt út seinni í ár, er stuðul játtaður til Miðvágs, Sjóvar, Eiðis, Skúvoyar og Viðareiðis Kommunu.
Verkætlanin skal ætlandi ganga fram til 2008, og skulu Føroyar tá hava 40 slíkar sparkivallir.
Ikki bara komunalt
Sum skilst, so er tó ikki nøkur treyt, at talan er um kommunur, sum søkja um stuðul til verkætlanir. Tað er t.d. væl hugsandi, at okkurt eigarafelag eisini kann standa fyri eini slíkari verkætlan. Er økið planerað og annars klárt at taka í nýtslu, so kemur FSF við undirlagi og álegging, umframt at stuðul eisini verður veittur til kringstøðurnar. Og verður talan tá um sjálvboðið arbeiði, sum verður gjørt á t.d. einum fríøki, so nýtist tað ikki at kosta eigarafelagnum nógvar krónur, áðrenn ein liðugur sparkivøllur er veruleiki.