Altjóða leiðararáðstevnan The Global Leadership Summit verður aftur í ár hildin í Føroyum, fjórða árið á rað.
The Global Leadership Summit, stytt GLS, er ein leiðararáðstevna, sum er hildin í kirkjuni Willow Creek Community Church í Chicago, og verður í ár víst í 450 býum og 50 londum ígjøgnum video (víst á stórskíggja). Væntandi fara fleiri enn 150.000 leiðarar kring allan heim at luttaka og fáa íblástur frá ráðstevnuni, sum Bill Hybels, seniorpastorur í Willow Creek Community Church, tók stig til.
GLS er vorðin ein altjóða leiðararørsla, sum sameinir leiðarar frá ymiskum kirkjum, fyritøkum, stovnum og mentanum og gevur íblástur til visiónir og leiðslu.
Fleiri upplýsingar um ráðstevnuna, tilmelding og um hvørjir undirvísarar verða at hoyra, síggjast á www.gls.fo.
Luttøkugjaldið er 950 kr., um tilmeldað og goldið verður áðrenn 1. oktober. Eftir 1. oktober er gjaldið 1.050 kr.
Stevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 21. oktober og leygardagin 22. oktober. Væntandi fara 300-400 leiðarar og leiðaraáhugað úr øllum landinum at luttaka.
Ráðstevnan byrjar fríggjamorgunin 21. oktobur kl. 9.