400 ára gomul ketta funnin

Fyri akkurát einum ári síðani, varð ein 400 ára gomul ketta funnin aftan fyri ein vegg í Plymouth, England.

Áðrenn kettan varð funnin, gingu søgur um, at ein ketta skuldi vera aftan fyri veggin, men eingin hevði væntað, at hon var har, tá veggurin varð tikin niður.

 

Kettan var væl vard við tonnum og øllum. Møguliga er kettan løgd har fyri at verja ímóti illum andum, segði húsaeigarin, Richard Parson.

 

- Tað riggar eisini. Vit hava einki sæð til heksir ella illar andar, greiðir hann frá.

 

Richard Parson ætlaði tá at lata kettuna liggja, tá tey fóru at seta nýggjan vegg upp, skrivar eb.dk