Einalærarin, Hansa M. Glerfoss og teir báðir næmingarnir í Oyndarfjarðar skúla, hava í eina tíð arbeitt við einari verkætlan, sum hevði til endamáls at savna pening inn til hungursrakt børn í Afganistan.
Men, frá at vera ein verkætlan hjá teimum trimum, endaði tað við, at øll bygdin gjørdist partur av ætlanini. Hetta sást eitt nú aftur í øllum lutunum, sum vórðu seldir í skúlanum í dag.
Klokkan 15 seinnapartin í dag byrjaði tombolasølan, og tað gekk sum eftir ánni at selja, nú bygdarsalurin var á tremur við fólki.
Frændin, Steintór Rasmussen og dóttir hansara Rakul Ró, sungu at enda nakrar sangir, serliga ætlaðir teimum yngru, og tey bæði vórðu sera væl fagnað.
Eftir hetta takkaði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, skúlanum fyri hetta vælhugsaða átak, og hann handaði eisini Hansu M. Glerfoss eitt ískoyti frá kommununi til innsavningina.
Borgarstjórin fór síðan undir eina meksikanska uppboðssølu av fýra lutum: Sangskríninum hjá Steintóri & Co, einum turrum tjógvi frá Leif Petersen, einum Trom-vesti, sum Linda hevði bundið - og einari troyggju, sum hin 97 ára gamla, Jóna Hammer, hevði bundið til dagin.
- Ein sera væleydnað løta, og fyri lok handaði Oyndarfjarðar skúli vinningin óskerdan til Tórfinn Højgaard frá Reyða Krossi í Føroyum. Harvið eru 40.044 krónur nú á veg úr Oyndarfirði til Kabul - ætlaðar neyðstøddum børnum í Afganistan.
Tað skriva tey á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í kvøld um hetta átak í Oyndarfirði, og vit kunnu leggja aftrat, at Oyndarfjørður - flestum kunnugt - er ein av bygdunum í Runavíkar kommunu.
##med2##