41 doyðu í eldi í Noregi í fjør

- Hetta er ógvuliga órógvandi og ræðandi, sigur Ann Christin Olsen-Haines hjá DSB í Noregi.

 

Talið av fólki, sum doyðu í eldi í Noregi í 2019, var hægri enn fleiri undanfarin ár. Tað vísa nýggj tøl hjá DSB, Direktoratet for Samfunnssikkerhet og Beredskap.

- Tey 41 fólkini, sum lótu lív, vóru 41 og nógv. Okkara mál er, at eingin skal doyggja í eldi, sigur deildarleiðarin hjá DSB, Ann Christin Olsen-Haines, við tv2.no.

Hon vísir á, at DSB hevur eina nullvisjón og arbeiðir við fyribyrgjandi átøkum, sum hava til endamáls at byrgja upp fyri deyðseldum.

Ann Christin Olsen-Haines heldur, at talið av fólki deyðum í eldi er alt ov stórt.

- Eldur viðførir hvørt ár, at menniskju doyggja ella fáa skaðar, og tað eru eisini stórir materiellir skaðar av eldi, sigur hon við tv2.no.

Tað er trupult at siga, hví talið av deyðum í eldi júst er hægri í 2019 enn seinastu fimm árini annars, men tað kunnu vera ávísar hendingar, sum ávirka tølini skeiva vegin.

Ann Christin Olsen-Haines sigur, at eitt nú tyrluvanlukkan í Alta, har seks fólk doyðu, er tald við í tølini fyri 2019, og henda vanlukka hálar sjálvsagt í skeiva endan av hagtølunum.