Áðrenn prógvini vórðu handað fríggjadagin, helt Pauli Nielsen, rektari, ið so mangan hevur sagt farvæl til floygd lesandi, eina røðu fyri næmingunum.
Í røðu síni segði Pauli Nielsen millum annað, at hann sjálvandi er upptikin av, at næmingarnir fáa prógvið, men at hann er meira upptikin av, at næmingarnir hava fingið útbúgvingina, sum tryggjar, at lærararnir ikki geva børnunum steinar fyri breyð:
- Ov nógv liðug svør kunnu skjótt gerast tyngjandi steinar, men spurningarnir, ið verða settir av iva, vilja og í álvara eru altíð breyðið, ið kann veita okkum orku at halda okkum uppi. Eg sigi hetta, tí vit vita, at so at siga øll svør fyrr ella seinni vísa seg ikki at vera allur sannleikin, segði Pauli Nielsen eitt nú í røðu síni.
- Fyri einum mánaði síðani høvdu vit her á skúlanum vitjan av heimskenda heilagranskaranum, Morten Kringelbach, sum starvast í Oxford. Hann segði, at innan teirra øki mundi tað fara at vísa seg, at 90% av verandi vitanini fór at roynast skeiv, tá 10 ár vóru farin. Og kortini vita vit meira og meira, segði Pauli Nielsen og vísti á, at tí er hann líka so upptikin av, at útbúgving tekur tíð, sum av at tíð fer illa til spillis.
Somuleiðis las Pauli yrkingina hjá svenska skaldinum, Kaj Beckman, ið hann heldur vera sera beinrakna:
Når man går fort
och tittar rakt fram
då kommer man fort fram.
Om man går langsamt
och tittar på alt ved vägkanten,
om man tar op en sten
ock luktar på en blomma
- då går det inte fort.
Men stenen och
blomman
har blivet ens vänner.
Pauli heldur, at boðskapurin í yrkingin eisini er galdandi fyri skúlatíðina:
- Sjálvandi skulu vit gera alt fyri, at komandi ættarlið verða gagnligir borgarar, men vit mugu ikki gloyma, at børn eru javnt verd við øll onnur medmenniskju. Vit vaksnu kunnu ikki gera nakað, sum tryggjar, hvussu tey verða sum vaksin, men vit hava øgiligt vald á teirra lívi, meðan tey eru børn. Børn eru virðismikil, tí tey eru hugsandi og kenslusamar verur, segði Pauli Nielsen við næmingarnar, áðrenn teir fingu læraraprógvið handað.
Myndatekstur:
Tey, ið fingu prógv í 4La: Jóna G. Christiansen, Gunnvá Ellendersen, Ragnhild Ellinggaard, Anna Elisabeth Gøte, Hallgerð Hansen, Joan Joensen, Holgar Johannesen, Brynhild W. Kamban, Anna Maria á Lakjuni, Sámal Mikkelsen, Susan Nattastad, Bergtóra Nielsen, Maria N. Nielsen, Fríðgerð Olsen, Jógvan K. Olsen, Esther Poulsen, Símun Poulsen, Sonja Sjatlá, Dorrit Strøm, Árni Vang og Una Weihe.
Tey, ið fingu prógv í 4Lb: Anna Christiansen, Sonja Eliasen, Malan Eyðunsdóttir, Saranja Hammer, Marianna Jacobsen, Bárður á Lakjuni, Jóhan Lervig, Hans Michael í Mittúni, Joan Neshamar, Jón Eli Ole-Jacobsen, Bogi Olsen, Ruth á Plógv, Emily Poulsen, Høgni á Reynatrøð, Elin í Stórustovu, Birgit Thomsen, Katja Tómasson, Katrina Vang, Petur Veihe, Lív Vilhelmsen.