Útlendsk skip nýttu 418 fiskidagar í februar. Og í hesar dagar veiddu tey 2180 tons. Harav veiddu russar 751 tons av svartkjafti. Restin er dýrari fiskur, sum ES lonf og Noregi hava veitt undir Føroyum.
Av ES londum eru tað bara Bretland og Frakland, sum hava roynt undir Føroyum. O g sum vant, so hav bretar ligið eftir toskinum, meðan fraklendingar hava roynt á djúpari vatni. Bretland veiddi 150 tons undir Føroyum og nýttu 80 fiskidagar. Hetta merkir at minnst trý skip hava verið undir Føroyum. Frakland veiddi 282 tons, mest stinglaksur og teir nýttu 66 fiskidagar, trý fronsk skip nýttu.