42 deyð av bumbum í Turkalandi

Í minsta lagi 42 fólk doyðu, tá tríggjar bilbumbur brustu í turkiska býnum Reyhanli í dag. Býurin er tætt við sýriska markið, og turkiskir myndugleikar hava hug at geva Sýrialandi ábyrgdina av bumbunum.

Eingin hevur átikið sær ábyrgdina, men turkiski varaforsætisráðharrin, Bülent Arinc, segði í sjónvarpssamrøðu seinnapartin, at tað kann ikki útihýsast, at leiðslan í Sýrialandi skipaði fyri atsóknini. Hann legði afturat, at vísir tað seg, at stýrið í Damaskus hevði samband við atsóknina, fara turkar at taka neyðug stig.

Umleið 300.000 fólk eru flýdd undan krígnum Sýrialandi til Turkalands. Summir eygleiðarar siga, at hendingin í Reyhanli kann vera eitt tekin um, at stríðið í Sýrialandi kann breiða seg inn um turkiska markið.

Uttanríkisráðharrarnir í Bretlandi og Fraklandi hava fordømt bumbuatsóknina í Reyhanli, og NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, sigur, at NATO stendur undir liðini á Turkalandi.