Grindin, ið legði beinini í Tjørnuvík í dag, var av fyrstan tíð mett at verða omanfyri 50 hval, men tá samanumkom vórðu tað 43 hval, sum løgdu beinini.
Tað upplýsir sýslumaðurin í Eysturoy, Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at tað verður býtt í drápspartar og at seðlarnir koma út klokkan 18 í kvøld. Tað verður á keiuni á Eiði.