44 ára gamal skuldsettur fyri drápsroynd í Nuuk

Málið snýr seg um, at ein 44 ára gamal maður læt skot av mikunáttina, og hetta hendi í býarpartinum, Qinngorput í Nuuk

Í Grønlandi er ein 44 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skuldsettur fyri drápsroynd.

 

Hetta veit vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Heine Jacobsen, at siga, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.

 

Sagt verður, at maðurin, sum var fyri drápsroyndini, er 49 ára gamal.

 

Talan er um, at hin 44 ára gamli maðurin læt skot av mikunáttina í vikuni, og hetta hendi í býarpartinum, Qinngorput í Nuuk.

 

Hin skuldsetti var til grundlógaravhoyr seinnapartin mikudagin, og tá varð avgerðin tikin um at varðhaldsfongsla mannin.

 

- Kanningarnar í málinum halda fram, og Grønlands Politi hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar, verður lagt aftrat.