Sjóvar kommuna veksur støðugt.
- Síðan vit rundaðu tey túsund fólkini á jóansøku í 2017, eru vit vorðin 284 fólk fleiri.
Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu.
Sambært uppgerð hjá Landsfólkayvirlitinum er broytingin í fólkatalinum +3,6%.
Í kommununi vísa tey á, at færri fólk búgva Innan Glyvur og á Selatrað, og Morskranes stendur í stað.
Hinvegin hevur vøkstur verið í fólkatalinum við Kolbeinagjógv, og á Strondum er fólkatalið vaksið.
- Tilsamans eru vit 45 fólk fleiri nú enn hin 1. januar 2025, siga tey í Sjóvar kommunu.











