34 ára gomul í starv sum fíggjarleiðari

Hin 1. mars byrjar Elisabeth Johansen sum fíggjarleiðari í Vágs kommunu

 

Vágs kommuna søkti í november eftir nýggjum fíggjarleiðara.

 

Tá umsóknarfreistin var farin, vóru fýra umsóknir til starvið, og avgjørt varð at seta Elisabeth Johansen í starvið.

 

Elisabeth er 34 ára gomul og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS.

 

- Hon kemur úr einum starvi sum grannskoðari hjá Menta, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at Elisabeth er búsitandi í Havn, men flytir til Vágs í samband við nýggja starvið.

 

Elisabeth Johansen byrjar sum fíggjarleiðari í Vágs kommunu hin 1. mars, og starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2028.