648 mótmælisfólk dripin í Iran

- Altjóða samfelagið eigur at verja vanlig menniskju sum mótmæla móti hópdrápi av iranskum myndugleikum, sigur stjórin í Iran Human Rights

Í minsta lagi 648 mótmælisfólk eru nú dripin av iranskum trygdardeildum, veit Iran Human Rights. Felagsskapurin heldur, at veruliga talið av dripnum saktans kann vera størri.

 

- Altjóða samfelagið eigur at verja vanlig menniskju sum mótmæla - og verja tey móti hópdrápi av iranskum myndugleikum, sigur stjórin í Iran Human Rights, Mahmood Amiry-Moghaddam, sambært AFP-tíðindastovuni.

 

Felagsskapurin ávarar um, at steingingin av internetinum í Iran í næstan fýra samdøgur ger tað trupult at fáa óheftar upplýsingar um, hvat veruliga gongur fyri seg í Iran.