Sunleif er vendur heim aftur

- Væl dámdi Sunleif Álaberg, sum áður hevur starvast á umhvørvisplássinum hjá Sunda kommunu, er nú vendur heim aftur

- Soleiðis kann lýsingin av Sunleifi Álaberg ljóða, tí hann gekk so sera høgt upp í umhvørvisplássið, tá hann varaði av økinum frá november 2020 til september 2023. Sostatt er talan um eitt kent andlit, sum nú aftur fer at varða av umhvørvisplássinum við Streymin. 

 

Hetta siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Sagt verður, at Sunleif verður 59 ár mikudagin, hin 14. januar, og hann er búsitandi í Hvalvík. 

 

- Hann hevur áður arbeitt hjá eitt nú Posta og á umhvørvisplássinum hjá kommununi. Seinastu gott tvey árini hevur hann starvast hjá Havsbrún í Fuglafirði.

 

Og í Sunda kommunu leggja tey aftrat:

 

- Nú er Sunleif Álaberg so vendur heim aftur og kemur at hava ábyrgdina av umhvørvisplássinum, umframt at hann kemur at hava høvuðsábyrgdina av rottutýningini í kommununi. 

 

Lagt verður aftrat, at bæði umhvørvisplássið og rottutýningin hava stóran týdning fyri borgararnar í Sunda kommunu.

 

- Tí eru vit sera fegin um at hava fingið Sunleif aftur í starv hjá kommununi. Vit ynskja honum væl afturkomnum og blíðan byr í starvinum, siga tey í kommununi.