USA fer við virknaði beinanvegin at seta 25 prosent toll á lond, sum handla við Iran.
Tað skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í kvøld í einum uppslagi á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
– Við gildi beinanvegin skal eitthvørt land, sum handlar við Islamiska Lýðveldið Iran, rinda 25 prosent toll av øllum handli, sum verður gjørdur við USA, skrivar forsetin.
Tollur eru avgjøld, sum verða løgd á vørur, sum eru framleiddar uttanlands. Hugskotið er, at vørurnar, sum koma inn í títt land, gerast dýrari, og at fólk eru minni sannlík at keypa tær.
Sambært dátugrunninum Trading Economics eru týdningarmestu handilspartarnir hjá Iran, Kina, Turkaland, Sameindu Arabisku Emiratini og Irak, skrivar tíðindastovan AFP.
Í uppslagnum verður ikki greitt frá, hví USA leggur toll á handilspartarnar hjá Iran.
Men Trump hevur fleiri ferðir tosað um at gera tiltøk ímóti Iran, eftir at deyðilig mótmæli vóru í Iran.
Í kvøld segði hann, at amerikanski herurin kannar sera víðfevndar møguleikar mótvegis Iran.
Hann hevur eisini áður sagt, at um Iran skjýtur og drepur friðarlig mótmælisfólk, kemur USA mótmælisfólkunum til hjálpar.
Í minsta lagi 648 mótmælisfólk eru dripin undir mótmælum í Iran, upplýsir mannarættindafelagsskapurin Iran Human Rights (IHR).
Iranar eru avskornir frá internetinum, sum hevur avmarkað møguleikan at fáa fulla greiðu á mótmælisgongunum í Iran og svarinum hjá stjórnini.
Ymiskir felagsskapir og journalistar hava boðað frá, at nógv mótmælisfólk eru dripin, men óvissa er um tølini.
Iran hevur sjálvt ikki givið nakað boð upp á, hvussu nógv mótmælisfólk eru deyð.
Mótmælisgongurnar í Iran tóku seg upp 28. desember. Iranar fóru út á gøturnar fyri at vísa sína ónøgd við ógvuliga høgu inflatiónina í landinum.
Mótmælini hava síðani ment seg til almennar atfinningar av prestastýrinum, sum hevur stýrt Iran síðani islamsku kollveltingina í 1979.
Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, segði í dag eftir hóttanirnar frá Trump, at Iran ætlar ikki kríggj, men at landið er fyrireikað til eitt møguligt kríggj.
/Ritzau/











