Tíðindaskriv:
EM-undankapping, U18 dreingir:
Føroyar – Skotland 3-1 (25-20, 25-16, 17-25, 25-22)
Seint mánakvøldið spældu føroysku U18 dreingirnir í flogbólti sín fyrsta dyst í EM undankappingini, sum í hesum døgum er í Írlandi, og úrslitið varð ein 3-1 sigur á Skotlandi.
Føroyar vunnu lættliga fyrsta og annað sett, men síðan svaraðu skotarnir aftur og vunnu 25-17. Skotland legði seg eisini á odda 7-5 í fjórða setti, men Føroyar javnaðu og fóru framum 15-14 og síðani 22-17, áðrenn settið varð vunnið 25-22.
Hetta var annar dysturin hjá skotunum, sum fyrr um dagin høvdu tapt 3-0 fyri Íslandi.
Hini bæði liðini í bólkinum eru Írland og Norðurírland, og dystin teirra millum vann Írland 3-1, eftir at Norðurírland hevði vunnið fyrsta settið.
Liðið, sum vinnur kappingina, kvalifiserar seg til sjálvt EM endaspælið, sum verður í Italia í juli. Nummar tvey fær enn ein møguleika í aðrari undankapping, sum verður síðst í mars.
Týsmorgunin kl. 11 spæla føroysku U18 dreingirnir ímóti vertunum úr Írlandi, og kl. 17 verður mótstøðuliðið Norðurírland. Síðsti dysturin verður mikumorgunin kl. 11 ímóti Íslandi.
Allir dystirnir verða stroymdir beinleiðis, og leinki er at síggja á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum: www.fbf.fo
Føroyska U18 landsliðið:
Andreas Thorsteinsson, TB
Hans Jacob Gaard Petersen, TB
Harry Jacobsson Øster, TB
Magnus Højgaard, Ternan
Jóhan Kass Henriksen, Ternan
Elias Búason Jensen, Ternan
Kaj Anton Johannesen, Ternan
Tobias Thomsen, Ternan
Petar Ilic, ÍF
Jónstein Jacobsen, ÍF
Filip Jovovic, ÍF
Óli Hvítklett, Mjølnir
Høvuðsvenjari er Rajko Petrovic, og hjálparvcenjari er Milorad Ristovic.
Ferðaleiðari hjá dreingjunum er Hanna Helena Weihe Simonsen. Steinar W. á Tórgarði er fysioterapeutur.











