46 ára gomul popstjørna deyð

Amerikanski Tommy Page var stjørna og at finna mangastaðni í tónleikaídnaðinum.

Tommy Page er deyður, 46 ára gamal.

Í 1990 kom amerikumaðurin ovast á listarnar við lagnum I´ll Be Your Everything.

Hann hevur givið útgávur út síðani, og hevur verið mettur høgt. Ikki minst, tí hann av fullum huga hevur arbeitt við tónleiki, á so mangan hátt. Hann hevur starvast manga staðni innan tónleikaídnaðin og starvsfelagar hava mett hann høgt, bæði innan útgávuvirksemi og blaðútgávu.

Hann hevur í stóran mun gjørt sítt, tá stjørnur sum Michael Buble, Alanis Morissette, Green Day og Josh Groban fóru at lýsa á tónleikahválvinum.