Seinni í dag skulu NSÍ og KÍ í eldin í øðrum dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League.
Klokkan 17 byrjar dysturin á Bolt Arena leikvøllinum í Helsinki millum HJK Helsinki og NSÍ. NSÍ vann fyrra dystin 4-0, og stendur tí við einum góðum møguleika at vinna seg víðari í kappingini.
Klokkan 19.45 byrjar dysturin við Djúpumýrar í Klaksvík millum KÍ og SJK úr Finnlandi, ið hevur Samuel Chukwudi á liðnum. KÍ vann fyrra dystin á útivølli 2-1.
Tað verður ein íslendskur dómari, ið skal døma dystin millum HJK og NSÍ. Talan er um Helga Mikael Jónasson. 31. juli í 2016 dømdi Helgi Mikael Jónasson dystin millum B68 og KÍ á Svangaskarði á Toftum. KÍ vann dystin 3-0. Helgi Mikael Jónasson hevur dømt 138 dystir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Tað verður ein pólskur dómari, ið skal døma dystin millum KÍ og SJK.
Wojciech Myć eitur dómarin, ið hevur dømt 76 dystir í bestu pólsku fótbóltsdeildini. Hann hevur ikki tær nógvu altjóða royndirnar.
HJK HELSINKI (FIN) - NSÍ RUNAVÍK (FRO)
Dómari: Helgi Mikael Jónasson ISL
Hjálpardómari 1: Egill Guðvarður Guðlaugsson ISL
Hjálpardómari 2: Eysteinn Hrafnkelsson ISL
Fjórði dómari: Jóhann Ingi Jónsson ISL
UEFA dómaraeygleiðari: Mark Steven Whitby WAL
UEFA umboð: Łukasz Sojski POL
KÍ KLAKSVÍK (FRO) - SJK SEINÄJOKI (FIN)
Dómari: Wojciech Myć POL
Hjálpardómari 1: Bartosz Heinig POL
Hjálpardómari 2: Dawid Golis POL
Fjórði dómari: Damian Kos POL
UEFA dómaraeygleiðari: Jan Willem Wegereef NED
UEFA umboð: Iain Blair SCO