Livar Nysted og hinir umborð á bátinum tRIO koma ongan veg í løtuni. Veðrið er ikki til vildar vindurin ímóti og nakað av aldu og tí fáa teir ikki róð í løtuni.
Seinastu tveir dagarnar hava teir havt drívakkerið úti og reka spakuliga rætta vegin, men teir vóna, at veðrið skjótt verður aftur til vildar, so at teir kunnu rógva víðari, skrivar heimasíðan trip.fo, sum fylgir ferðini hjá tRIO um Indiska Havið.
Livar og teir hava róð slakar 1.200 kilometrar av teininum frá Australia til Mauritius. Teinurin er 6.500 kilometrar langur.