Russiskar rakettir drupu 11 í Ukraina

Eitt russiskt rakettálop á ukrainska býin Dnipro í dag drap í minsta lagi níggju fólk.

Íbúgvarnir standa uttan fyri ein íbúðarblokk, sum varð raktur í álopinum á Dnipro. - Mynd: Mykola Synelnykov

Samstundis doyðu tvey fólk av einum álopi á býin Samar.

Umframt tey deyðu fingu í minsta lagi 153 fólk skaða í álopunum.

Tað upplýsir guvernørurin í Dnipropetrovsk-landslutinum, Serhiy Lysak, á boðtænastuni Telegram.

Bæði Dnipro og Samar eru í Dnipropetrovsk.

- Sivilt undirstøðukervið varð rakt. Harímillum eitt kollegium, ein fimleikahøll og ein fyrisitingarbygningur, skrivar Serhiy Lysak um álopið á Dnipro.

Guvernørurin leggur afturat, at eitt ferðafólkatog eisini varð rakt í álopinum, og fleiri ferðafólk fingu skaða.

 

/Ritzau/

 

 

Íbúgvarnir standa uttan fyri ein íbúðarblokk, sum varð raktur í álopinum á Dnipro. - Mynd: Mykola Synelnykov