48 tímar á Trøllkonufingri

6. og 7. juli klatraðu John Petersen, Jóhannus Hansen, Pætur Jørðdal Niclasen og Bergur Mikladal.

Í samband við at fýra menn í summar klintraðu upp á 313 metrar høga Trøllkonufingur, hava teir gjørt ein film, sum kókar tann 47,5 tímar langa klintritúrinum niður í góðar tríggjar minuttir (sí niðanfyri).

 

Tað var tann 6. og 7. juli, at teir fýra, John Petersen, Jóhannus Hansen, Pætur Jørðdal Niclasen og Bergur Mikladal, klintraðu upp á gátuføra fingurin, sum rísur omanfyri 300 metrar upp úr Norðuratlantshavinum.

 

- Sum nakað nýtt varpaðu vit myndir út á internetið meðan vit klintraðu í samstarvi við Vodafone. Túrurin tók áleið 47,5 tímar, har vit yvirnáttaðu uppi á Ovaraskaði, 260 metrar uppi.