Sum árið 1999 leið, vísti tað seg, at umleið 5.000 felagar fóru at vera um ársskiftið. Føroya Tele fegnaðist um hetta úrslitið og boðaði frá í desember 1999, at felagi nr. 5.000 fór at fáa ein ferðaseðil til Danmarkar og aftur. Hálvan desember hevði Føroya Tele góðar 4.600 GSM fartelefonfelagar, og spenningur varð, um felagi nummar 5.000 varð skrásettur í 1999. Um ársskiftið vóru 4.966 felagar skrásettir, so málið varð tíverri ikki rokkið, hóast tað var tætt við.
Langt var tó ikki komið inn í 2000, fyrr enn felagi nr. 5.000 varð rokkin, tí mánadagin 4. januar keypti Sveinbjørg Gunnarsdóttir í Havn hald nummar 5.000.
Føroya Tele ynskir Sveinbjørg, saman við øllum øðrum felagum, til lukku við GSM haldinum, og sjálvsagt verður eisini okkurt til nummar 10.000.