8 út av 10 seldum einnýtisíløtum verða latin inn aftur og verða hesi øll send til endurvinningar. Hetta er tekin um at tað er vorðið natúrligt hjá fólki at lata hesi íløtini innaftur, verður sagt úr Umhvørvisstovuni.
Í fjør var aftur ein øking í returprosentinum av einnýtisíløtum í mun til undanfarin ár.
Skipanin vaks í 2011 til at umfata góðar 6,5 mió. íløt, harav umleið 5,2 mió. íløt vórðu latin inn aftur.
- Hetta svarar til, at 80 % av seldu íløtunum vórðu latin inn aftur, sum eru heili 10 prosentstig meira enn í 2010, verður sagt úr Umhvørvisstovuni.
Hetta er ein sera stór framgongd, og kundi týtt uppá, at tað, at lata tómu íløtini inn aftur, er við at gerast ein natúrligur partur í gerandisdegnum hjá flestu brúkarum.
- Um vit samanbera okkara tøl við hini norðurlondini, so liggja vit kortini nakað niðan fyri teirra returprosent, sum vanliga liggja nakað oman fyri 80 %, verður sagt.
Tá nýggjar vørur verða framleiddar av endurvunnum tilfari, verður minni rávøra og minni orka nýtt, burturkastnøgdin minkar, og minni CO2 verður leitt út - til frama fyri umhvørvið, og harvið okkum sjálvi og komandi ættarlið.