Ein nýggj uppgerð vísir, at 5,5 milliónir skotvápn eru skrásett í Týsklandi. Sagt verður, at 1,4 millión týskarar eiga skotvápn, so teir eiga næstan fýra byrsur í part. Umleið 82 milliónir fólk búgva í Týsklandi.
Fyrr høvdu teir einstøku landspartarnir ábyrgd av at halda eygað við, hvør eigur vápn, og hvussu mong hvør eigur, men nú hava ríkismyndugleikarnir yvirtikið ta uppgávuna.
Týskland var tað fyrsta ES-landið, sum almannakunngjørdi upplýtsingar um skotvápn, og hetta skulu hini ES-londini eisini gera í seinasta lagi í 2015.
Teir amerikonsku myndugleikarnir halda, at 270 milliónir skotvápn eru í USA. Har búgva 315 milliónir fólk.