5,8% av dupultmorali og Blómugrót

Tvey nýggj yrkingasøvn komin út á Sprotanum

’Eg havi skrivað um ymisk evni, alt frá kærleika til krígg og dupultmoralska vamlið, ið so ofta stendur við síðuna av súltutoynum á borðinum. Vagnur Streymoy í Fregnum 25.09 um 5.8% av dupultmorali

Eru vit ikki bara ein heili, sum hugsar á sama hátt sum ein telda, og so onkuntíð ein farri av tilviti, og annars bara djórainstinkt? Tanki um savnið Blómugrót í Fregnum 08.10 


Tað nýggja savnið hjá Oddfríði eitur Blómugrót.


Hevði savnið itið ”grótblómur,” hevði tað ligið raðið fyri at mett tær sum mynd um sjálvar yrkingarnar, og tað hevði mint eitt sindur um frostrósur ella onkra líknandi vælkenda mynd ella Karsten Hoydal-kopi. Men nú kallar hann tað ”blómugrót,” og tað er ikki bara ein meiri egin orðanýtsla, men eisini positivari. Tí grótblómur merkir blómur, sum eru blivnar til grót, men blómugrót merkir grót, sum er blivið til blómur. Sum framhald av hesum kann ein kanska hætta sær ta lummapsykologisku tulking, at talan er um savn, sum er sprottið úr burturtrongdum kenslum, sum nú eru tiðnaðar og blivnar til yrkingar. Og tað, sum ger eina góða yrking er mótsetningar, og grót og blómur eru eisini mótsetningar – grót er kalt og deytt, blómur eru, ikki endiliga heitar, men so í øllum førum livandi og fjálgar – eins og fangið á konufólki


Oddfríður er viðhvørt rættiliga makabur – hann kappar m.a. hendur og aðrar likamslutir av sær. Blóð og eygu koma eisini við. Meir um tað seinni


Ein likamlig avkappan er sjálvandi betri enn ein andalig, men ein andalig avkappan er meir spennandi at viðgera enn ein kropslig. Og hetta við tí andaliga fær hann, ið lesur Blómugrót, í ovurmát!


Tí sjálvandi er høgligari at missa hondina enn at missa sálina, kann sigast við einum bíbliu-sitati. Men hóast sálin og bíblian ongan beinleiðis leiklut hava í savninum hjá Oddfríða, so hevur teirra modernaða surrogat, tilvitið, sera stóran leiklut. Meir um hetta um eina løtu


Hvat merkja eygu, kunnu vit spyrja okkum sjálv fyrst? Tey eru sjálvandi tengd at, hvussu vit sansa og fata umheimin, men eisini – og hetta er umráðandi í hesum sambandi – hvussu vit fata okkum sjálv. Hvussu fata vit okkum sjálv og okkara kropp, tá ið vit hyggja út gjøgnum tey eygu, ið kroppurin hevur?


Oddfríður kann vera eitt sindur metafysiskur viðhvørt, og kanska er tað, sum ger eitt yrkingasavn, sum kanska hevur uppiborið at verða kallað metafysiskt, hvussu væl spurningarnir eru settir og minni, hvussu nógv, greið og føst svar tað setur fram


Evnini, hann viðger í savninum, tykjast millum annað bæði vera identifikatión og uppgerð við náttúruna og árstíðirnar, fløktar lýsingar og tulkingar, á tremur við myndum og metaforum, av sálarstøðum og ein meira abstrakt og sera ment fatan av, hvussu tóm og innihaldsleys tilveran er.


Í fyrru helvt av savninum lesa vit stundum um tann persónliga samanburðin við náttúruna. Oddfríður ber seg sjálvan saman við til dømis heystið, ella við bløðini, sum detta av trøunum:


”bara tí at eg nokti/ at falla tigandi við heystinum”


Her hava vit eina mynd av yrkjaraegnum, sum umskapast við árstíðunum, men vil ikki umskapast. Hetta er ein uppgerð og eitt mótmæli ímóti lívsins æviga broytiligu ringrás ella við tað, at viðhørt verður tú noyddur at svimja larmandi móti streyminum, hóast tað býður tær ímóti


Vit hava eisini myndir av onkrum, sum kundi verið seksualitetur, til dømis hesa:


”og greinarnar/ peika stoltar/ móti aldunum,”


Her eru greinarnar á trøunum mynd av tí stolta mannliga kynsliminum, sum peikar til havs – tí havið er vanliga mynd av kvinnunnar broytiligu og áríniligu náttúru. So har hava vit kvinnuna, sum ofta verður sædd sum umboðandi náttúruna sjálva. Helst ein leivd av tí romantiska og vitalistiska rákinum, sum var í fyrru helvt av farnu øld. Men har vitalistarnir hálovaðu kvinnuni og náttúruni, so berjist Oddfríður ímóti hesi sukursøtu áskoðan.


Og ikki bara tað, men hann sær eisini greinarnar sum nakað náttúrliga og stórbæra ímynd av trúfesti, sum í síni ævigu ringrás sleppur pørtum av sær sjálvum og harvið eldist og gerst vísari. Men kunnu greinarnar ikki eisini vera mynd av viljanum til at liva? Vit menniskju hava ein vilja til at liva, hóast lívið stundum onga meining gevur


Modernað yrking er ofta at gera øðrvísi og langdrignar lýsingar av kenslum. Hesa kravdu uppgávu hjá øllum nýmótans yrkjarum røkir Oddfríður sera væl, til dømis við yrkingini, sum nevnist ”Longsul”:


Sólin skjýtur eisini

svartar geislar

eftir bjørtum skuggum.

Blágrýtið glintar,

og grógvandi grátur

gleðist. Havið

hevur teg og meg:

teg við

himmalvendum sandkornum

á bláa kjálkanum:

og meg

við bløðandi óløgunum

í holaða favninum.


Tað er við innliti í mannakroppin, í sinnið og í tey heimspekiligu rák, sum eru í samfelagnum, men sum vit vanliga ikki varnast, at Oddfríður best.


Eitt av hesum innlitum haldi eg vera pessimistiskt innlit, sum vit lesa um í seinasta ørindi í teirri frálíku yrkingini, sum nevnist ”Eg havi einki”:


Eg havi ongan

skugga í tonkunum

og lívæðrar

troka burtur

litleysa tilvitið.


Høgligari er at missa hondina enn at missa sálina. Okkara samtíð og okkara samfelag er avkappað, bæði so og so, og missir tú okkurt, gerst tú meira bundin av tí og roynir at styrkja tað, sum tú ikki hevur mist. Man Oddfríður her hava funnið grundina til, hví vit menniskju í dag eru so tengd at seksualiteti og njótingini á øllum økjum?


Hetta er umráðandi innlit at hava, tí tað snýr seg eisini um, at vit menniskjur eru nokkso óeksisterandi – tí tá vit missa onkran av okkara kæru, hví forstanda vit tað tá ikki? Og hví flýtur tá yvir við óruddi úr dulvitskuni? Hví hava vit hetta órudd?


Hvat eru vit í grundini? Eru vit ikki bara ein heili, sum hugsar á sama hátt sum ein telda, og so onkuntíð ein farri av tilviti, og annars bara djórainstinkt? Nakrar reglur móti endanum á yrkingini ”Deyðin ríður framvið” ljóða soleiðis:


Eg eri ikki annað enn ein deyðiligur

tanki – ikki petti annað. Tunga móti tonnum –

einki petti annað. Tíð, ið rætt og slætt ikki vil

góðkenna sína ørandi søtu fortíð


Her endar savnið við, at yrkjarin kemur til sættis við, at hann er einki uttan ein tanki og eitt tyssi av fortíðarinnar hendingum. Men hóast vit menniskju kanska einki eru í okkum sjálvum sum so, men bara nakrar æviga broytiligar náttúrukreftir, so eru orðini til – og orðini í Blómugrót eru ikki av teimum verstu av slagnum


Hví yrkir hann so so nógv um blóð? Við orðunum hjá honum sjálvum um sólina og teir svørtu geislarnar:


”Eg haldi, at blóð er ótrúligt. Tann streymurin av blóði, sum fossar inn og út gjøgnum hjartað er óskiljandi, og poesi er um at ítøkiliggera tað óítøkiliga, og tað kann bara gerast við myndamáli.”


Dostojevsky segði, at stingur tú ein knív í hjartað, so bløðir tú als ikki. Tað undarliga er – og savnið er rættiliga undarligt – at Oddfríður tykist hava stungið ein knív í hjartað á sær sjálvum – men hann bløðir illa.



Bæði Vagnur og Oddfríður tykjast hava sína uppgerð við náttúruna og náttúrunnar kring og alskin til tað heilaga, og Vagnur flytur líkasum hesa ógvusliga trá eftir at kenna sannleikan yvir á gerandisdagin. Málið er rátt, men heldur enn ein vilja at vera ógvusligur, so lýsir tað, hvussu ein hugar og sær tingini. Savnið er myrkt. Ja, kanska tað – og meira enn

5,8% av dupultmorali


Lat meg leggja fyri við at siga, at savnið hjá Vagni Streymoy er sera gott, og tað í sær sjálvum sigur heilt nógv í føroyskum høpi. Vagnur byrjaði sína yrkjaraleið við fleiri, eftir mínari meining, vánaligum og støplandi yrkingum, sum stóðu at lesa ymsastaðni, men hann hevur við hesum savni so avgjørt funnið sína rødd og sín stíl. Hesin maðurin hevur boðskapir og dugir at meitla teir úr blágrýti

Savnið 5,8% av dupultmorali leggur fyri við nøkrum hálvpessimistiskum myndum – sum samstundis seta yrkingakósina út í kortið – í eini rammu av íheimligum endurminningum. Vit lesa um, hvussu tað var at vera ungur og ganga í dans í 80’unum, hvussu føroyingar fríggjaðu tá, og hvussu afturlatin fólk vóru um sínar kenslur tá:


Handrit og lyfti teirra vórðu læst í skuffur og

tað varð teimum eisini bannað at tosa um sorg ella ræðslu

og rannsóktu tey sálir sínar

skuldu tey lata tað tey funnu

fáa frið


So giftast hesi bæði, og líkt er til, at hjúnabandið er eins afturlatið og ófrælst. Kanska ein ákoyring um, at soleiðis eru vit øll enn, bert á ein annan hátt?

Síðani lesa vit um ein, sum fer á barr. Her er evnið rúsdrekka og alt tað ringa, ið við tí fylgir, og tað fáa vit at smakka á næsta síðu, sum byrjar við orðunum ”Bangin fyri…” og so uppreksan av nøkrum kenslum. Her er tað við øðrum orðum sum orðatakið sigur ”Einki uttan óttin er at óttast” (There’s nothing to fear but Fear itself)

Og sum Vagnur sjálvur sigur: Yrkingasavnið um dupultmoralin, lívsins skuggasíðu, villandi átrúnaðin og tað at vera til í fleiri heimum og veðurløgum kann tykjast hvassorðað.

Eitt annað evni, sum Vagnur ikki nevnir, haldi eg vera vreiðina og kensluna av at vera sleptur upp á fjall, antin av samfelagnum ella av lívinum sum heild. Summar av yrkingunum tykjast vera sama slag av uppreksan – vit lesa um ”tey einsamøllu” og ”gloymda ættarliðið – og hevði Vagnur ikki havt so nógv at borið fram fyri okkum, so høvdu tær yrkingarnar lítið havt upp á seg. Men so er ikki í hesum føri. Vagnur er so á tremur við boðskapi, at hann yrkir reglur, ið eru nýggj føroysk orðatøk. Til dømis hendan: ”Tað, ið hendir undir brúnni verður verandi undir brúnni”, ”Ver skjótur í gerð” og ”Ikki ber til at vera vinur við øll”

Og stundum hómar ein røddina í atfinningarsamastu tekstunum hjá Kára P.

Savnið er á tremur við brotum úr veruleikanum, tonkum, lygnum, fobium, og øðrum úr blámusoppa-fongdu rúmunum í heilanum

Savnið er einki savn av sublimum orðum. Eins og Oddfríður royndi at hava eina uppgerð við vitalistiska rákið, so roynir Vagnur at hava eina gerandisliga frásøgn um tankar, fobiir og annað.