Tað, sum er skrásett er frá 784 túrum í 287 høgum kring landið. Men enn er alt ikki skrásett.
Tað er Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði, ið skrásetir, hvussu nógvar harur eru skotnar á facebookbólkinum ”Haruskjóting í Føroyum”. Hann sigur, at enn mangla nakrir hagar at skráseta.
##med2##
– Í teimum "reyðu høgunum" er enn einki skrásett. Tí fari eg enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar, sigur Eyðfinn Magnussen.
Í høgunum, sum eru vístir við grønum á myndini, sæst, hvussu nógvar harur eru skrásettar í hvørjum haga.
##med3##
##med4##