50 ár undir heimastýrislógini

Føroyahúsið í Keypmannahavn skipar fyri pallborðsfundi mikukvøldið 1. apríl kl. 19.30 um heimastýrislógina og framtíð hennara í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar millum

1. apríl eru 50 ár síðan heimastýrislógin var sett í gildi. Tað er sjálvsagt rímuligt at gera vart við dagin og taka lógina upp til ummælis. Hesa lóg hava summi skýrt vakrasta blað í Danmarkar søgu og summi hava hildið hana verið til óbótaligan skaða, tá ið um føroyska samfelagsmenning ræður.

Tað er eydnast Føroyahúsinum at fáa fimm dugnafólk at sita við pallborðið mikukvøldið 1. apríl kl. 19.30. Blaðstjórin á Føringinum, Øssur Winthereig, verður fundarstjóri. Hann fer at leggja fyri við at siga frá søguni um heimastýrislógina. Øssur er kendur fyri at vera bersøgin og djarvur at spyrja. Hann skal royna at fáa tey ymsu sjónarmiðini fram, bæði fyri og ímóti, og eggja til eitt lívlig orðaskifti. Tað skuldi saktans borið til við tí pallborðsmanning, sum er hetta kvøldið: Jan Jóhannesen, sum nú ger seg lidnan sum cand merc. og seinastu árini hevur verið skrivari hjá Jóhannes Martin Olsen í fólkatinginum, umboðar serstakliga sambandssjónarmiðini. Jóannes Dalsgaard, sum lesur samfelagsfrøði, umboðar hinvegin sjálvstýrissjónarmiðini. Triði føroyingurin er tann bersøgni Rolf Guttesen, cand scient., lektari í geografi. Niels Bentsen, statsamtmaður í Roskilde, sum í áttatiárunum var ríkisumboðsmaður í Føroyum, er fjórði maður. Hann hevur fyri stuttum gjørt sær metingar um heimastýrislógina í eini grein, sum verður prentað í Føringinum í apríl. Lise Lyck, sum er lektari við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, er eisini við pallborðið. Hon er serkøn í smálanda búskapi og politikki. Lisu kenna føroyingar flest, tí hennara sjónarmið hava verið frammi í útvarpi og bløðum. Men Lise kann eisini samanbera føroysku viðurskiftini við mong onnur smálond. Heitt hevur verið á hana bæði í Kanada, Grønlandi og eysturi í Sibiriu.

Heitt hevur verið á nýggja fólkatingsmannin Jóannes Eidesgaard um at verða við í orðaskiftinum, men enn er óvist um hann verður við.


Løgtingsvalið í Føroyahúsinum

Um miðjan apríl verður skipað fyri valfundi. Roynt verður at fáa ein fund í lag mikudagin 15. ella hós-dagin 16. apríl. Nógvir veljarar eru jú her á leið. Vónandi fer at bera til at fáa umboð fyri teir ymsu flokkarnar at verða við. Flokkarnir eru væl komnir at gera vart við seg. Eisini er at vóna at flokkarnir senda okkum nakað av valtilfari av ymsum slag.

Seinni parturin av apríl verður eisini á annan hátt merktur av valinum. Brot úr føroyskum valsendingum verða víst og valkvøldið hósdagin 30. apríl er ætlanin at fáa eina telefonlinju niður frá útvarpinum, so fólk kunnu fylgja við valtølunum í Føroyahúsinum valkvøldið, so hvørt tey koma.