50 Cent líður undir fíggjarkreppuni

Stóra fíggjarkreppan í USA hevur rakt rapparan 50 Cent sera hart. Hann hevur mist fleiri milliónir í verkætlanum sínum og hann viðurkennir, at fíggjarkreppan eisini er orsøkin til, at nýggja fløga hansara ?Before I Self-Destruct? er útsett.

 

Fløgan skuldi komið til keyps í komandi viku, men hon er nú útsett til byrjanina av 2009, tí plátufelagið hjá 50 Cent stúrir fyri, at fólk ikki nýta óneyðugar pengar upp á fløgur.

 

Sjálvur sigur væl umtókti rapparin um hetta:

 

- Eg havi útsett fløguna fyri at fáa eina betri positión, tí eg havi longu mist fleiri milliónir dollarar. Eg siti og hyggi eftir tølunum saman við revisorum og handilsráðgevarum, men støðan verður ikki betri av hesum. Virði á partabrøvum fellur og eg má taka niðurtúrarnar eins og øll onnur.