Fyri fyrstu ferð er fólkatalið í Onglandi farið upp um 50 milliónir, og nú búgva meiri enn 60 milliónir fólk í Bretlandi.
Tey seinastu bretsku fólkatølini eru frá juni í fjør, og tey vísa, at tá búðu 50,1 milliónir fólk í Onglandi. Tað merkir, at onglendingar gjørdust 240.000 fleiri í tali eftir einum ári.
Í Bretlandi t.v.s. Onglandi, Skotlandi, Wales og Norðurírlandi vaks fólkatalið eisini. Fyri einum ári síðani búðu 59,8 milliónir fólk í Bretlandi, og bretska fólkayvirlitið heldur tað vera rættiliga vist, at talið er farið upp um 60 milliónir nú. Sagt verður, at er talið ikki oman fyri tær 60 milliónirnar nú, hendir tað seinni í hesum árinum.