50 ár síðani Atli P. Dam kom upp í politikk

Í dag eru 50 ár síðani at Føroya longst sitandi løgmaður, Atli P. Dam, trein inn í føroyskan politikk.

Tað gjørdi hann, tá Løgtingið 9. mars í 1970 valdi hann til landsstýrismann eftir Villa Sørensen í Klaksvík, sum doyði nýggjarsdag í 1970.

Javnaðarflokkurin hevði svárar missir árini frammanundan: Petur Mohr Dam, løgmaður og formaður floksins, doyði 8. november í 1968. Sama summarið doyði J. H. Danbjørg, sum hevði verið tingmaður í ein mansaldur.

Landsstýrið varð umskipað í 1968. Teir sum mannaðu landsstýrið áðrenn Petur Mohr Dam doyði, vóru: Petur Mohr Dam, løgmaður, Javnaðarflokkurin. Kristian Djurhuus, landsstýrismaður, Sambandsflokkurin og Sámal Petersen, landsstýrismaður, Sjálvstýrisflokkurin.

Við umskipanini gjørdist Kristian Djurhuus løgmaður, og Javnaðarflokkurin fekk tveir landsstýrismenn, 35 ára gamla Jákup Lindenskov og 45 ára gamla Villa Sørensen.

Teir tóku við 19. november í 1968. Men nýggjársmorgun í 1970 doyði Villi Sørensen, einans 46 ára gamal.

Tá er tað, at boð verða eftir Atla Dam.

Sosialurin skrivar soleiðis um tingfundin mánadagin 9. mars:

»Á tingfundi seinasta mánadag var nýggi landsstýrismaðurin, Atli Dam, valdur í landsstýrissessin eftir Villa Sørensen.

Kr. Djurhuus, løgmaður, skjeyt upp at velja Atla Dam, og segði hann, at hetta var demokratiski rættur Javnaðarfloksins, at seta annan mann í staðin fyri Villa Sørensen, sála. Løgmaður segði eisini, at kannað var eftir, um Atli Dam lúkaði tær treytir, sum vóru fyri, at hann kundi verða landsstýrismaður, og tað gjørdi hann.«

Og víðari í blaðnum skrivar ein, ið nevndir seg »H.«:

»Tað var ein hugnalig løta í tinghúsinum mánadagin, tá Atli Dam varð valdur til landsstýrismann eftir Villa Sørensen, sála...

...14. atkvøður vóru fyri og eingin ímóti at velja Atla Dam til landsstýrismann.

Í hesum døgum, tá vit bjóða tjaldrinum at vera vælafturkomið liggur ein várlig vón, sum boðar um summar: »....tú bert okkum boð um ein ljósari dag...« kann eisini sigast út frí tí, eg hugsaði um, tá eg sá unga javnaðarmannin í landsstýrinum, Jákup Lindenskov, hava fingið ein uppaftur yngri mann undir liðina á sær aftur, eftir at hann nú í góðar tveir mánaðir hevur saknað partamann í landsstýrinum.

Tú sást eisini á løgtingsformanninum eitt bros, sum segði: »Nú lýsir fyri stavn, dapurt hevur tað sæð út hjá okkum at hava mist so nógvar góðar kreftir úr flokkinum í senn«.

Atli Dam varð valdur á ting á løgtingsvalinum 7. november í 1970. 10. desember varð hann valdur til løgmann. Hann var løgmaður í tilsamans 16 ár og ein mánað og harvið Føroya nógv longst sitandi løgmaður.

Hann gavst í politikki í 1994.