Fyrsti dagurin á stóra Fólkafundinum í Klaksvík royndist væl. Undirtøkan var áleið tann sama sum í fjør. Tað vil siga, at okkurt um 500 fólk vitjaðu tey ymisku tiltøkini á Fólkafundinum.
Í fjør vóru væl fleiri vitjandi leygardag, og soleiðis verður eisini væntandi í ár.
Báðar ítróttarhøllirnar í Klaksvík eru karmur um fólkafundin í ár.
Fyrstu tiltøkini byrja klokkan 13. Starvsmannafelagið skipar fyri fyrilestri og kjaki um sambandið millum politiskar flokkar og fakfeløg. Eisini hevur Javnaðarflokkurin sítt fyrsta tiltak av fleiri, somuleiðis klokkan 13.
Nakrir og 30 ymiskir felagsskapir, áhugafeløg og politiskir flokkar eru við á Fólkafundinum í ár, umframt fjølmiðlar.
Øll skráin fyri Fólkafundin 2013 sæst við at TRÝSTA HER
Sí myndatema frá fyrsta degnum á Fólkafundinum við at TRÝSTA HER