500 hval í tvey ár

Góðir 500 hval hava lagt beinini í Føroyum seinastu tvey árini, so ivaleyst kemur vælvíksgrindin væl við

Tann 5. januar í ár løgdu 90 hval beinini í Hvalvík. Boðini um grindina komu klokkan 11:20 ? og var hon tá norðan fyri Viðareiðishellu.

Í 2008 doyði eingin grind í Føroyum.

27. august í 2007 løgdu 220 hval beinini í Sandagerði. Grindin var hildin til um hálvgum níggjutíðina. Tað var Norrøna, sum fann grindina millum Borðuna og Kirkjubønes klokkan 5:40 hendan morgunin, tá skipið kom úr Hanstholm.

11. august 2007 klokkan tíggju løgdu 39 hval beinini í Tjørnuvík. Drápið gekst avbera væl, tí eftir bert 9 minuttum var drápið liðugt

12. apríl 2007: Í myrkrinumtann hetta kvøldið legði ein grind beinini í Hvannasundi. Grindin varð funnin í Haraldsundi. Hon varð fyrst rikin norðurum og síðani suður ígjøgnum Hvannasund, har hon varð hildin til um hálvgum ellivu tíðina. Grindin var 58 hval. Grindin varð býtt til økið Eystanfyri Múla og í drápspartar.