500 plantupakkar til fólkið

Í gjár endaði umhvørvisvikan í Havn. Fleiri tiltøk vóru um vikuskiftið, m.a. við ruddingartiltaki og útflýggjan av plantupakkum til havnarborgarar.

Kl. 10 leygarmorgunin sást ein long kø av fólki standa og bíða úti á Skálatrøð. Øll høvdu tað sama fyri eyga: At fáa ein plantupakka útflýggjaðan.
Í pakkanum vóru fimm ymiskar berrótaplantur, sum tí mugu setast niður beinanvegin.
Planturnar eru álíkar teimum sum vórðu útflýggjaðar í fjør.
Samstundis sum fólk kundu fáa plantupakkan í Havn, var møguligt at gera tað sama hjá umsjónarmonnunum í hinum bygdunum í kommununi  Kollafirði, Nólsoy og úti í Hesti.
Tær fimm planturnar eru sløgini Aronia, Weigela, Bálu Kotoneastir, Hyll og Bjarkar Spirea.