500 tilmeldingar fyrstu 5 minuttirnar

Stóri áhugi hevur verið fyri skeiðunum hjá kvøldskúlanum í Havn.

Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur verið stórur áhugi fyri teimum skeiðunum, ið kvøldskúlin í Havn bjóðar í heyst.


Fyrstu fimm minuttirnar, ið fólk kundu melda seg til, vóru tað heili fimmhundrað fólk, ið nýttu hendan møguleikan.


Tórshavnar kommuna upplýsir, at tilsamans hava 2300 tilmeldingar verið til 200 lærugreinar.


Enn ber til at melda seg til ymisk fak á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum. Tilmeldingin er opin til á midnátt sunnukvøldið 6. september.