Í kvøld klokkan 19 spæla verandi FM-vinnararnir, Víkingur fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League.
Mótstøðuliðið á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík eru gibraltisku meistararnir, Lincoln Red Imps. Í Víkingi vóna tey, at nógv í Eysturkommunu, og onnur við fara at stuðla Víkingi til dystin í kvøld.
Tað verður 31 ára gamli belgiumaðurin, Lothar D´Hondt, ið fer at døma dystin við Djúpumýrar í kvøld.
Í EM-endaspælinum fyri U19-manslið í juni dømdi Lothar D´Hondt tríggjar av dystunum í endaspælinum.
Í farna kappingarári dømdi Lothar D´Hondt tveir dystir í Champions League deildarspælinum. Hetta og nógvu royndirnar frá bestu belgisku fótbóltsdeildini áttu at borgað fyri, at talan er um ein hampuliga væl royndan dómara.