5000 føroyingar eru í fátækaváða

Tíggjundi hvør føroyingur er í fátækaváða

Hagstova Føroya hevur gjørt nýggja uppgerð av fólki, sum eru í fátækaváða.

Seinastu tølini eru fyri 2015, og tey vísa, at lítil og eingin broyting er í talinum á fólki í fátækaváða samanborið við undanfarin ár.

Í 2015 vóru umleið 5.000 føroyingar í fátækaváða. Tað svarar til 10,6 og er á leið sama tal sum tey trý árini frammanundan.

Lutfalsliga færri fólk í Føroyum eru í fátækaváða samanborið við grannalondini. Bert Ísland hevur av norðurlondum eitt lægri tal enn Føroyar.

At verða í fátækraváða er at hava eina so mikið lága inntøku, at hon er undir 60% av mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum.