Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið í einum grein 52a fyrispurnigni.
Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:
1. Hvat verður gjørt fyri at tryggja at gamalt søguligt tilfar, sum til dømis ljóðupptøkur, ið ikki eru partur av savninum hjá Kringvarpinum, verður savnað og varðveitt?
2. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri, at tilfarið verður gjørt atkomuligt hjá almenninginum?
3. Hvussu langt er arbeiðið komið við at gera tilfarið í Savnsgulli atkomuligt hjá almenninginum?
Til fysta spurningin svarar landsstýrismaðurin soleiðis:
Til 1: Hvat verður gjørt fyri at tryggja at gamalt søguligt tilfar, sum til dømis ljóðupptøkur, ið ikki eru partur av savninum hjá Kringvarpinum, verður savnað og varðveitt?
Umframt Kringvarp Føroya, sum hevur skyldu at goyma eintak av allari eginframleiðslu, so eru Fróðskaparsetur Føroya, Landsbókasavnið, Tjóðskjalasavnið, Tjóðsavnið og bygdasøvnini eisini stovnar, ið varðveita føroyskan mentanararv.
Á Føroyamálsdeildini er savn við ljóðupptøkum umframt orðaseðlasavn, staðanavnasavn, tilfar frá ritgerðakappingum, handrit og brøv. Ljóðupptøkurnar, uml. 2100 tímar í alt við kvæðum, vísum, sangi og frásagnum, eru talgildar og atkomuligar á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, á www.setur.fo/fo/setrid/almennar-taenastur-oggrunnar/soevn/talgildu-soevnini/bandasavn. Í summum førum er talan um upptøkur, sum krevja loyvi frá avvarðandi, og í slíkum førum verður atgongd latin eftir umsókn.
Orðaseðlasavnið við føroyskum orðum og orðafrágreiðingum, um 650.000 seðlar í alt, er
talgilt og atkomuligt á www.setur.fo/fo/setrid/almennar-taenastur og grunnar/soevn/talgildu-soevnini/ordasedlasavn.
Á Føroyadeild á Landsbókasavninum er innsavning, skráseting, goymsla og varðveiting av bókligum prentaðum og talgildum tilfari, tónleiki, myndum v.m. Harafturat er handritadeild, ið savnar, skrásetur, varðveitir og miðlar handrit o.a. eftir føroyskar høvundar og handrit, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, tónleikasøgu, filmssøgu, mentan og siðsøgu.
Landsbókasavnið hevur tónleikasavn, ið er skrásett í Føroyska tonleikalistanum. Í savninum eru føroyskar tónleikaútgávur frá 1940-unum og fram til dagin í dag. Savnið er ikki fullfíggjað, men Landsbókasavnið ognar sær eldri útgávur, tá tað ber til.
Almenningurin hevur atgongd til tilfarið á Landsbókasavninum, men tað er ikki atkomuligt á netinum.
Tjóðskjalasavnið varðveitir og hevur atkomuligt skjalatilfar, ið hevur søguligan, fyrisitingarligan og rættarligan týdning. Eisini kann Tjóðskjalasavnið taka ímóti skjalasavninum av privatum uppruna. Umframt skjøl kann talan vera um annað tilfar, so sum myndir, filmar og ljóð. Nakað av skjalatilfarinum er atkomuligt á history.fo.
Á Tjóðsavninum er innsavning, skráseting, goymsla gransking, varðveiting og miðlan av mentanarsøguligum tilfari, sum so lutum, myndum og í summum førum eisini ljóð- og filmsupptøkum. Somuleiðis er nógv tilfar í varðveitslu á bygdasøvnunum.
Tilfarið er atkomuligt á Tjóðsavninum og á bygdasøvnunum, men við verandi skrásetingarskipan er tilfarið ikki atkomuligt á netinum.
Harafturat er tilfar, ið eitt nú feløg og privatpersónar savna. Av og á fáa søvnini fyrispurningar frá feløgum og privatpersónum, ið vilja lata einum savni mentanarsøguligt tilfar í varðveitslu.
Er savnið áhugað í tilfarinum, kann avtala verða gjørd um at savnið fær tilfarið. Tað er tó ikki altíð møguligt, tí tað er kostnaðarmikið hjá stovnunum at taka í móti tilfari, og tað er eisini neyðugt hjá søvnunum at raðfesta í mun til goymslupláss.
Til 2. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri, at tilfarið verður gjørt atkomuligt hjá almenninginum?
Nógv at tí tilfari, ið verður savnað á stovnunum, er atkomuligt hjá almenninginum. Á flestu søvnum ber til at fáa atgeingi til tilfar á staðnum, og í summum førum er tilfarið eisini atkomuligt á netinum.
Nøgdin av tilfari, ið søvnini varðveita, veksur støðugt. Meðan avbjóðingarnar við varðveiting og atgeingi til fysiskt tilfar eru at hava nøktandi goymslupláss og støðuga konservering, gransking og miðlan, so eru stóru avbjóðingarnar við talgildari varðveiting og atgeingi tøkniligar og skipanarligar.
Bæði fyri fysisk og talgild søvn kann tað vera ein upphavsrættarligur spurningur, um tilfar kann gerast atkomuligt hjá almenninginum, og í øðrum førum kann tað eisini vera tilfar, ið ikki er atkomuligt, tí tað er vart av dátuverndarlógini.
Søvnini arbeiða áhaldandi við at gera tilfarið á søvnunum atgeingiligt.
Til 3. Hvussu langt er arbeiðið komið við at gera tilfarið í Savnsgulli atkomuligt hjá
almenninginum?
Verkætlanin Savnsgull hevur til endamál at talgilda savnið í Kringvarpi Føroya og gera tað
atkomuligt.
Kringvarpssavnið kann í høvuðsheitum býtast upp í tvey.
Arbeiðið við at talgilda tað eldra savnið í Kringvarpi Føroya tók dik á seg í 2014, tá Savnsgull-verkætlanin fór av bakkastokki.
Í 2023 var komið á mál við at talgilda og skráseta alt tilfarið í eldra savninum – tilsamans yvir 500.000 pappírsskjøl, stívliga 30.000 ljóðbond og á leið 13.000 videobond.
Kringvarpið upplýsir, at næsta stigið verður at gera kringvarpssavnið atkomuligt hjá
almenninginum.
Arbeiðið fevnir um tríggjar tættir, sum kunnu gerast í senn. Fyri tað fyrsta er neyðugt at koma á mál við at útbyggja tøkniliga undirstøðukervið, sum ger tað møguligt at arbeiða við, goyma og flyta data í savninum, so at hetta kann gerast atkomuligt.
Fyri tað næsta er neyðugt at framleiða metadata fyri alt kringvarpssavnið, so at til ber hjá brúkarum gjøgnum leitiskipanir at leita fram viðkomandi tilfar í savninum.
Fyri tað triðja mugu avtalur um upphavsrætt og um gjald fyri rættindi gerast. Hesar verða gjørdar so hvørt, sum tilfar verður gjørt atkomuligt.
Kringvarpið metir, at arbeiðið tekur fimm ár, og at tað fer at kosta góðar 15 mió. kr. Fæst játtan til endamálið, er ætlanin at fara undir henda partin av verkætlanini longu í 2026, og at alt savnið kann verða atkomuligt í 2030.