Arbeiðið í Sandoyartunlinum er tikið upp aftur, eftir at arbeiðsfólkið hevur verið í jólafrí.
Í gjár skrivaði Kristian Stórhamar, arbeiðsformaður hjá NCC í tunnilsbyggingini undir Skopunarfirði, at nú eru sandoyingar einans 179 metrar frá framtíðini.
- Í gjár rundaðu vit 5000 metrar á Gomlurætt, so hetta var aftur eitt gott høvi til kaku. Teir vóru so ivrigir at bora í dag, at kaka mátti berast inn í borivognin.
Í frásøgnini í gjár sigur Kristian Stórhamar, at teir komu í vatn, so nú verður pumping av betongi og tetting í morgin, sum hann tók til.
Nú verður tunnilin bert boraður frá Gomlurætt, og hetta gevur minni ferðslu tvørtur um landsvegin á Sandi, har tunnilsvegurin kemur út í landsvegin.