Tingfundur er í dag, og tað verða tingfundir hvønn dag í hesi vikuni. Tað er ikki so vanligt, at tingfundir eru hvønn dag í eini viku. Vanliga eru tingfundir týsdag, mikudag og hósdag.
Um mánaðarskiftið fór freistin at leggja mál fyri tingið, sum skulu avgreiðast hesa tingsetuna, sum endar í seinsta lagi á ólavsøku. Gamalt var, at Løgtingið fór í summarfrí flaggdagin, men tað tó ofta eitt sindur seinni enn tað.
Tað ber kortini til at leggja mál fyri tingið, hóast freistin er farin. Men tá krevur tað undirskriftir frá einum meiriluta av Løgtinginum, í minsta lagi 17.
Skráin fyri tingfundin í dag her hendan:
1 2. viðgerð LM-058/2023 - Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð
2 1. viðgerð LM-075/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. (Markið fyri inntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini, verður hækkað o.a.)
3 1. viðgerð LM-070/2023 - Uppskot til løgtingslóg um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónlagað medisin (Ílegulógin)
4 1. viðgerð LM-091/2023 - Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt
5 1. viðgerð LM-086/2023 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine (Ændring af kvoten for opholdstilladelser, der kan gives efter loven)
6 1. viðgerð LM-082/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Ásetingar um at boða frá, stuðul til foreldramyndugleikan, avgerðir um ávís viðurskifti hjá barninum og um at flyta eitt barnaverndarmál)
7 1. viðgerð LM-071/2023 - Uppskot til løgtingslóg um projektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð
8 1. viðgerð LM-076/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. (Avtøka av kærunevnd trygdargrunsins)
9 1. viðgerð LM-100/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Hægri botnfrádrátt í kommunuskattinum)
10 Framløga