Í ísraelskum loftálopi á Baalbek-økið har eysturi í Libanon lótu 52 fólk lív.
Tað upplýsir heilsumálaráðið í Libanon, sambært tíðindastovuni AFP.
Harumframt sigast 72 fólk at hava fingið skaða í álopinum.
Áður segði guvernørurin í Baalbek, at í minsta lagi 41 fólk vóru deyð.
AFP skrivar, at herurin í Ísrael ikki hevði kravt, at økini í eystara parti av Libanon skuldu evakuerast undan álopunum.
Síðani 7. oktober 2023, tá Hamas-rørslan framdi álop á Ísrael, hevur ísraelski herurin javnan lopið á mál, sum eru knýtt at shia-muslimska hernaðarbólkinum Hizbollah í Libanon.
Tað er gjørt sum svar uppá álop hjá Hizbollah í fyrst og fremst Norðurísrael.
Síðst í september harðnaði ósemjan millum Hizbollah og Ísrael við øktum tali av loftálopum bæði í Libanon og Ísrael.
Síðani tá eru ísraelskar landherdeildir fluttar inn í libanesiskt øki.
Álopið í Libanon fríggjadagin kemur eftir nakrar dagar við samráðingum um møguliga vápnahvíld millum Ísrael, Hamas og Hizbollah.
Serligi sendimaðurin hjá USA, Amos Hochstein, hevur í vikuni verið í Ísrael fyri at stríðast fyri at fáa vápnahvíld áðrenn amerikanska forsetavalið, men higartil hava átøkini ikki borið ávøkst.
Álopini í Libanon og Ísrael hava fingið túsundtals sivilfólk at flýggja í báðum londunum seinasta árið. Býir og bygdir nærindis markinum hjá Ísrael til Libanon eru flutt burtur. Soleiðis eru nógvir býir í Suðurlibanon.
Hizbollah er í sambandi við Hamas í Gaza. Báðar rørslurnar fáa stuðul frá Iran.
Meðan Hizbollah fram til september beindi síni álop móti Norðurísrael, hevur rørslan seinasta mánaðin eisini lopið á ísraelskar hernaðarstøðir og onnur mál longur suðuri í Miðísrael.
Samstundis hevur ísraelski herurin framt fleiri loftálop í Beirut-økinum og í eystara parti av Libanon. Áður fór Ísrael í høvuðsheitum eftir Hizbollah-málum í sunnara parti av grannalandinum.
/Ritzau/